Tað munnu vera fá landslið í Evropa, ið hava so sterka kollektiva eind sum írska fótbóltslandsliðið
Fótbóltsspælið er gaman í ikki altíð so vakurt, men grótharða stríðsviljan hómar tú altíð. Írsku leikararnir eru kendir fyri altíð at kýta seg í nærdystunum og stríðast fyri hvørjum bólti. Hetta hevur verið vørumerkið og grundarlagið seinastu mongu árini, og júst hesin eginleikin skulu aftur tryggja Írlandi eina góða HM-undankapping. 

The boys in green, sum írska landsliðið verður rópt, er saman við Týsklandi og Svøríki favorittur at vinna seg víðari úr bólkinum hjá Føroyum. Hesaferð er Írland í triðja styrkislagi til HM-undankappingina, og skulu vit brúka farnu EM- og HM undankappingar sum grundarlag, fara grønu dreingirnir úr Írlandi aftur hesaferð at liggja framvið at tryggja sær luttøku í HM kappingini í Brasilia í 2014.

Broytingartíð
Írska landsliðið í 2012 er í einari nýggjari tilgongd. Írland tapti allar tríggjar dystirnar í EM-endaspælinum í Póllandi og Ukraina, og nú verður roynt at finna fótafestið aftur.

Vongurin Damien Duff og málverjin Shay Given, sum í mong ár hava verið millum berandi kreftirnar, valdu at steðga á landsliðnum eftir EM-endaspælið í summar.Hetta bar millum annað við sær, at leikarar sum James McClean úr Sunderland, Darron Gibson úr Everton og James McCarthy úr Wigan, ið higartil ikki hava verið stuðulsleikarar, metast at vera búnir at taka størri ábyrgd á írska landsliðnum í hesari undankappingini.

Kendasti leikarin á írska landsliðnum er framvegis framherjin og liðskiparin Robbie Keane. Framherjin hevur skotið flest mál á írska landsliðnum nakrantíð, og sama um sprelski írin er farin at eldast, hevur hann ikki mist máltevið. Tað vísti 32 ára gamli LA-Galaxy áleyparin í fyrsta undankappingardystinum móti Kazakstan, tá ið hann aftur skeyt mál fyri Írland.

Í mong ár hava tað verið leikarar frá teimum fremstu feløgunum í Premier League í Onglandi, ið hava verið bulurin á írska landsliðnum. Nú er myndin broytt. Tað eru ikki leikarar úr Manchester United, Arsenal, Tottenham, Chelsea ella Liverpool, sum longur ganga á odda á írska landsliðnum.

Fyri tað mesta er talan um leikarar, sum annaðhvørt spæla við feløgum, ið eru at finna í miðbólkinum á stigatalvuni í Premier League ella í næstbestu deildini í Onglandi. Millum leikararnir, sum eru við í Føroyum, eru John O´Shea úr Sunderland, Robbie Keane úr LA Galaxy, Aiden McGeady úr Spartak Moskva, Glenn Whelan úr Stoke, Kevin Doyle úr Wolves, Shane Long úr WBA og Seamus Coleman úr Everton.

Royndur venjari
Tað er ikki hvør sum helst, sum stendur á odda fyri írska landsliðnum. Síðan 2008 hevur 73 ára gamla venjaralegendan Giovanni Trappatoni verið venjari. Tað er fáur venjari, sum megnar at standa Giovanni Trappatoni kurl. Italiumaðurin telist millum teir evropeisku venjarar, sum kunnu breggja sær av at vunnið flest steyp. Sum venjari hevur hann vunnið í alt tíggju meistaraheiti við sigursvandum feløgum sum Juventus, Inter, Bayern Munchen og Benfica. Eisini hevur Trappatoni vunnið fleiri evropeiskar kappingar og steypakappingar.

Eftir misjavna avrikið hjá írska landsliðnum í EM-endaspælinum í summar, vóru fleiri atfinningarsamar røddir frammi um leiklutin hjá Trappatoni. Hesar røddir vilja vera við, at spælið er alt ov stirvið, tá hugsað verður um, at leikaratilfeingið er til at spæla meira tekniskan og álopssinnaðan fótbólt.

Hvussu er og ikki, so hevur írska fótbóltssambandið sáttmála við Trappatoni og hjálparvenjaran Marco Tardelli fram til 2014.

Nógvar profilar
Tað tók sína tíð, áðrenn írska landsliðið veruliga trein á altjóða fótbóltspallin. Í nógv ár vóru tað grannarnar úr Norðurírlandi, ið vóru omaná, men seinastu 20 árini hevur Írland verið sterkari. Sama um Írland í nógv ár høvdu so mætar leikarar sum Liam Brady, Frank Stapleton og Mark Lawrenson, so var tað ikki fyrr enn í 1988, at Írland vann seg í eitt endaspæl á fyrsta sinni. Hetta árið var EM-endaspælið í Vesturtýsklandi.

Hetta tíðarskeiðið var onglendingurin Jack Charlton, ið er bróður Sir Bobby Charlton, venjari hjá írum. Við Charlton á síðulinjuni tók Írland lut í EM 1988 og HM í 1990 og 1994. Hann fekk hetjustatus í Írlandi eftir framúr góðu úrslitini, og hóast mong hildu fast um, at hann var betri ættargranskari enn venjari, fekk hann blandaða flokkin av spælarum við írskum ílegum at førka seg úr evropeiskum miðalflokki fram móti elituni.

Við leikarum sum Ray Houghton, Ronnie Whelan, Niall Quinn, Paul McGrath, Steve Staunton, Pat Bonner, David O´Leary og Tony Cascarino fór Írland frá at vera roknað millum smáu fótbóltstjóðirnar til at vinna sær eitt pláss millum tær tjóðir, sum roknast skal við.

Spælarar sum Roy Keane, Ian Harte, Gary Kelly, Robbie Keane, Jason McAteer, Shay Given og Damien Duff varðveittu góðu gongdina øll nítiárini og stóran part av nullunum. Írska landsliðið hevur nær um hvørja undankapping verið á markinum at vinna seg víðari til endaspølini. Í 2002 var írska landsliðið við í HM-kappingini í Suður Korea og Japan og í summar var landsliðið partur av EM-endaspælinum í Póllandi og Ukraina.

Írska landsliðið í 2012 hevur kanska ikki somu kendu nøvnini, ið áður hava myndað liðið, men fleiri av somu grund dygdum hjá írskum landsliðið eru framvegis til staðar. Sterki stríðsviljin og sterka kollektivið verða aftur avgerandi og ein berandi lutur, um “The boys in green” og Giovanni Trappatoni er at vinna sær atgongd til HM endaspælið í Brasilia í 2014.

FAKTA:
Veitst tú at….
At fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Brian Kerr var venjari hjá írska landsliðnum frá 2003 til 2005?
At Robbie Keane hevur skotið flest mál (54) fyri írska landsliðið?
At fyrstu ferð Írland var við í einum endaspæli var í 1988, tá EM-endaspæl var í Vesturtýsklandi?
At Føroyar tvær ferðir hava spælt ímóti Írlandi og tapt 2-0 báðar ferðirnar?
At málverjin Shay Given hevur spælt flestar landsdystir (125) fyri Írland?

Hópurin
Keiren Westwood (Sunderland), David Forde (Millwall), Darren Randolph (Motherwell), Marc Wilson (Stoke), John O’Shea (Sunderland), Sean St Ledger (Leicester), Darren O’Dea (Toronto), Stephen Ward (Wolves), Stephen Kelly (Fulham), Paul McShane (Hull), Glenn Whelan (Stoke), James McCarthy (Wigan), Keith Andrews (Bolton), Keith Fahey (Birmingham), Seamus Coleman (Everton), Aiden McGeady (Spartak Moscow), Andy Keogh (Millwall), James McClean (Sunderland), Robbie Keane (LA Galaxy), Kevin Doyle (Wolves), Shane Long (West Brom), Simon Cox (Nottingham Forest) og Jon Walters (Stoke).

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Írland verður á Tórsvølli týskvøldið 16. oktober, kl. 19:00.

Atgongumerkir kunnu keypast á torginum í SMS, í Dansifrøi tríggjar tímar áðrenn dystin, og á heimasíðuni hjá FSF til á middegi týsdagin. Atgongumerkir, keypt umvegis heimasíðuna, kunnu avheintast í Dansifrøi frá kl. 16 til 18 týsdagin.