Á tíðindufundi í dag søgdu grønlendingar seg fegnast um føroysku vitjanina, men gjørdu samstundis greitt, at teir ætla at vinna dystirnar ímóti føroyska Futsal-liðnum
– Vit eru sera glaðir fyri føroysku vitjanina, og spentir til dystirnar ímóti Føroyum. Samstundis vóna vit, at hetta átak kann seta ferð á Futsal í Grønlandi, og ongantíð betur, um tað byrjar við einum sigri ímóti Føroyum, segði venjarin hjá grønlendska Futsal-landsliðnum á tíðindafundi seinnapartin.

Grønlendingar gera nógv burtur úr Futsal-dystunum, ið hetta vikuskiftið verða millum Grønland og Føroyar í Inussivik-høllini í Nuuk. Stórur áhugi er fyri dystunum, og millum annað fer KNR, ið er grønlendska kringvarpið, at vísa dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum.

Seinnapartin í dag varð skipað fyri tíðindafundi í GÍF-húsinum, ið er húsið hjá grønlendska ítróttarsambandinum.

– Vit fara sjálvandi at gera tað vit kunna, fyri at fáa eitt gott úrslit, og vónandi vinna dystirnar. Men hetta eru okkara fyrstu veruligu Futsal-dystir, og vit kenna einki til mótstøðuliðið. Tí vita vit ikki sjálvir, hvat vit skulu vænta, segði Jens Erik Rasmussen, venjari hjá føroyska Futsal-liðnum, ið næstu dagarnar skal spæla tríggjar dystir ímóti Grønlandi.

Eisini Hanus Jacobsen, úr Víkingi, ið er liðskipari á føroyska liðnum, er spentur til dystirnar, men tað er ein stór avbjóðing fyri føroyingarnar, ið stendur fyr framman.

– Vit hava vant Futsal síðani føroyska kappingin endaði fyri einum mánaða síðani, og tað eru serliga reglurnar og spælihátturin, ið Futsal verður spælt uppá, ið hevur verið størsta avbjóðingin. Men tað gongur betri fyri hvørja venjing, og nú eru vit sera spentir til at royna okkum í veruligum dysti, segði Hanus Jacobsen við grønlendsku fjølmiðlarnar í GÍF-húsinum.

Í Føroyum hava vit onga Futsal-kapping fyri vaksin, meðan grønlendingar fóru undir skipaðar kappingar fyri tveimum árum síðani. Men hetta er fyrstu ferð at grønlendingar royna seg í Futsal-landsdysti.

Kortini verða dystirnir millum Grønland og Føroyar ikki altjóða skrásettir landsdystir. Grønlendingar eru nevniliga ikki limir í UEFA ella FIFA.

Tann fyrsti av trimum landsdystum millum Grønland og Føroyar verður spældur fríggjakvøldið 29. november, kl. 19:30, grønlendska tíð.

Mynd: Leiff Josefsen / sermitisiaq.ag

Mynd: Leiff Josefsen / sermitisiaq.ag

Mynd: Leiff Josefsen / sermitisiaq.ag
 

F.v.: Jens Erik Rasmussen, Hanus Jacobsen og Alex Troleis – Mynd: Leiff Josefsen / sermitisiaq.ag