Føroyska kvinnulandsliðið tapti greitt fyri Svøríki á Tórsvølli hóskvøldið. Úrslitið gjørdist 5-0 til svensku kvinnurnar
Tað var ein risa avbjóðing, sum føroyska kvinnulandsliðið fór undir á Tórsvølli hóskvøldið, tá ið eitt av heimsins sterkastu kvinnulandsliðum, Svøríki, vitjaði. Dysturin millum liðini bæði í Svøríki í fjør endaði við 5-0 sigri til sviar, og úrslitið gjørdist tað sama á Tórsvølli í gjár.
Svensku kvinnurnar vóru væl og virðiliga omaná allan dystin, men tað skerst ikki burtur, at føroyska avrikið í gjárkvøldið var munandi betri, enn tað var í Svøríki í fjør. Føroyska liðið vísti meiri og vildi meira fram eftir vøllinum.
Sviar løgdu seg tíðliga á odda 1-0, og í hálvleikinum var støðan 3-0 til Svøríki. Nærum 400 fólk høvdu í góðveðrinum leitað sær til dyst á Tórsvølli, og tey sóu svensku kvinnurnar skorað tvær ferðir afturat eftir steðgin, so endaliga úrslitið gjørdist 5-0 til Svøríki.
Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður í Bosnia-Hersegovina tann 20. august.