UEFA hevur ásett mikudagin 22. mai sum serstaka Grassrootsdagin í 2013, og heitir tí á øll limabondini at skipa fyri grassrootstiltøkum ta vikuna
Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur í ár sett mikudagin 22. mai sum serstakan Grassrootsdag. Í hesum sambandi heitir UEFA á øll limalondini í fótbóltssamgonguni at skipa fyri ymiskum grassrootstiltøkum ta vikuna. Hetta er í somu viku sum Champions League-finalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar í London.

Endamálið við Grassrootsátakinum hjá UEFA er millum annað at vísa á týdningin, sum grassrootsfótbólturin hevur á úrvalsfótbóltin, og hvønn týdning urvalsfótbólturin hevur á grassrootsfótbóltin.

Fótbóltssamband Føroya ynskir eisini at vera við í átakinum, og heitir tí á øll føroysku fótbóltsfeløgini, um at skipa fyri tiltøkum, ið hóska til yvirskriftina "Fótbóltur fyri øll".

Feløg, sum skipa fyri tiltøkum í samband við Grassrootsdagin, fáa 15 bóltar frá Fótbóltssambandi Føroya, og eru eisini við í lutakastinum um aðrar 3 x 25 bóltar.

FSF vónar, at tiltøkini í feløgunum verða í viku 21, sum er frá mánadegnum 20. mai til sunnudagin 26. mai. Hetta er kortini ikki nøkur treyt, men tó skulu Grassroots-tiltøkini í seinasta lagi hava verið í viku 23, um hesi skulu vera við í átakinum.

Her kann verða lagt afturat, at eitt Grassrootstiltak kann koma undir punkt 2d (stjørna 5) í Stjørnufótbóltinum.

Eftir tiltakið, verður heitt á feløgini um at senda eina frágreiðing, sum í stuttum lýsir:
1. Nær tiltakið var (dag, tímar)
2. Hvar (á vøllinum, sparkivølliinum, í skúlanum, á ellisheiminum, á arbeiðsplássinum, á sandinum osv)
3. Málbólkurin (barnagarðar, foreldur, ungdómar, pensionistar, menningartarnað, arbeiðspláss, stuðlar o.l.)
4. Hvussu nógvir luttakararnir vóru
5. Hvussu nógvir leiðarar/venjarar vóru
6. Stutt lýsing av tiltakinum (t.d. ½-1 A4 síða)
7. Ein myndarøð, evt. video, sum lýsir tiltakið (sera umráðandi)

Frágreiðingin omanfyri (pkt 1 til 6) saman við myndunum skal sendast FSF ([email protected]) í seinasta lagi hósdagin 13. juni.

Hvat er "Fótbóltur fyri øll"?
Her er tað bara hugflogið sum avmarkar.
Endamálið er í hvussu er at ØLL skulu hava tað stuttligt og hugnaligt saman við bóltinum. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.
Fótbóltssamband Føroya vónar, at feløgini, ið hava ætlanir um at skipa fyri Grassrootstiltøkum, skjótast tilber kunnu boða frá nær og hvar tiltakið verður, hvat verður á skránni, og hvør málbólkutin er.