UEFA hevur ásett mikudagin 21. mai sum serstakan Grassrootsdag í 2014, og heitir í hesum sambandi á øll limalondini, um at skipa fyri grassrootstiltøkum ta vikuna
Í sambandi við Champions League-finalurnar hjá kvinnum og monnum, sum í ár verða leiktar í Lissabon í Portugal ávikavist fríggjadagin 23. og leygardagin 24. mai, hevur Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA ásett mikudagin 21. mai sum serstakan Grassrootsdag í 2014, og heitir í hesum sambandi á øll limalondini um at skipa fyri ymiskum grassrootstiltøkum ta vikuna.
Endamálið við Grassrootsátakinum hjá UEFA er millum annað at vísa á týdningin, sum grassrootsfótbóltur hevur á úrvalsfótbóltin, og hvønn týdning úrvalsfótbóltur hevur á grassrootsfótbóltin.
Í Føroyum ynskir Fótbóltssamband Føroya eisini at vera við í átakinum, og heitir FSF tí á øll føroysku fótbóltsfeløgini, um at skipa fyri tiltøkum, ið hóska til yvirskriftina ”FÓTBÓLTUR FYRI ØLL”.
Hvat er “FÓTBÓLTUR FYRI ØLL”?
Her er tað bert hugflogið, ið setir avmarkingarnar.
Endamálið er í hvussu er, at ØLL skulu hava tað gott, stuttligt og hugnaligt saman við bóltinum. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.
Feløg, sum skipa fyri tiltøkum í sambandi við Grassrootsdagin, fáa 15 bóltar frá Fótbóltssambandi Føroya, og eru eisini við í lutakastinum um aðrar 3 x 25 bóltar. Somuleiðis kann leggjast afturat, at eitt tílíkt tiltak kann koma undir punkt 3b (stjørna 6) í Stjørnufótbóltinum.
FSF vónar, at tiltøkini í føroysku feløgunum kunnu verða fyriskipaði í viku 21, sum er frá mánadegnum 19. mai til sunnudagin 25. mai. Hetta er kortini ikki nøkur treyt, men skal Grassrootstiltakið vera við í átakinum hjá UEFA, skal tiltakið í seinasta lagi hava verið í viku 23.
Eftir tiltakaið verður heitt á feløgini um at senda eina frágreiðing, sum í stuttum lýsir:
1. Nær tiltakið var (dag, tímar)
2. Hvar (á vøllinum, sparkivøllinum, í skúlanum, á ellisheiminum, á arbeiðsplássinum, á sandinum, osv)
3. Málbólkurin (barnagarðar, foreldur, ungdómar, pensionistar, menningartarnað, arbeiðspláss, stuðlar, o.l.)
4. Hvussu nógvir luttakarar vóru
5. Hvussu nógvir leiðarar/venjarar vóru
6. Stutt lýsing av tiltakinum (hálv til heil A4-síða)
7. Ein myndarøð, evt video, sum lýsir tiltakið (sera umráðandi)
Frágreiðingin omanfyri (pkt 1 til 6) saman við myndunum skal sendast FSF ([email protected]) í seinasta lagi hósdagin 12. juni 2014.
Fótbóltssamband Føroya vónar, at aftur í ár verða nógv spennandi Grassrootstiltøk á skránni, og at feløgini, ið hava ætlanir um at skipa fyri tiltøkum, skjótast tilber boða FSF frá, nær og hvar tiltakið verður, hvat verður á skránni, og hvør málbólkurin er.
Á leinkjuni www.uefagrassrootsday.com ber til at fylgja við hvørji Grassrootstiltøk verða kring um í Europa í 2014. Føroysk tiltøk kunnu eisini verða lýst á síðuni, men tá er neyðugt, at Fótbóltssamband Føroya frættir um tiltakið, og at nøktandi myndir verða sendar FSF.