Eftir lutakast í 3-2 mánakvøldið er nú greitt, hvussu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skulu spælast

Lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, var mánakvøldið í 3-2 í sjónvarpinum. 

Fyrsta lið, ið Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, dróg úr glasbollanum, var KÍ, sum fekk heimavøll ímóti EB/Streymi.

Triðja lið úr bollanum var Víkingur, sum í hinari hálvfinaluni skal møta NSÍ.

Fyrru hálvfinalur, mikudagin 29. mai:
KÍ – EB/Streymur
Víkingur – NSÍ

Seinnu hálvfinalur, mikudagin 7. august:
EB/Streymur – KÍ
NSÍ – Víkingur

Finalan verður spæld leygardagin 24. august.