Føroyska U15-landsliðið við gentum tapti báðar venjingardystirnar á útivølli móti Slovenia. Men talan gjørdist um tveir tættar dystir, ið endaðu 2-1 og 4-2 til slovenar

——————

Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið við gentum verið í Slovenia, har liðið hevur spælt tveir venjingardystir.

Fyrri dysturin varð spældur týsdagin, og tá gjørdist úrslitið 2-1 til slovensku genturnar, eftir at Føroyar annars vóru á odda í hálvleikinum. Malskjútti var Eydna Olsen Dalheim.

Seinni venjingardysturin bleiv spældur í gjár, hósdagin, og hesaferð endaði tað 4-2 til Slovenia, eftir at Føroyar vóru á odda bæði 1-0 og 2-1. Málini gjørdu Brá Zachariasdóttir og Eydna Olsen Dalheim.

– Tað er einki at ivast í, at vit hava fingið nógv burturúr, og tað er nógv, ið okkara gentur kunnu taka við sær eftir sovorðnar uppgávur. Í avgerandi løtum eru vit kanska ikki nóg neyvar, og tað er millum annað tað, ið vit kunnu læra í hesum dystunum, sigur venjarin, Sigtor Petersen, við heimasíðuna hjá FSF.

Eydna Olsen Dalheim og Brá Zachariasardóttir – Mynd: www.FSF.fo