A-landsliðið hevur havt sína seinasta venjing undan dystinum ímóti Kasakstan, sum verður á Tórsvølli í fríggjadagin kl. 18:00

Lagið í føroyska landsliðshópinum er gott undan HM-undankappingardystinum ímóti Kasakstan, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin kl. 18:00.

Føroyska liðið hevði fyrrapartin hósdagin seinastu venjingina undan sjálvum dystinum. Allir í hópinum eru væl fyri, og fyrireikingarnar hesar seinastu dagarnar hava gingið væl.

Christian Lamhauge Holst og Christian Restorff Mouritsen høvdu smávegis skaðar at dragast við, til fyrstu venjingarnar, umframt at Súni Olsen hevur ligið sjúkur. Men farið er inn í seinasta døgnið áðrenn dysturin ímóti kasakum verður bríkslaður í gongd, eru allir komnir fyri seg, og vónirnar fyri einum góðum føroyskum úrslitið ímóti Kasakstan eru eisini góðar.

Seinasta venjingin endaði við dysti millum teir ungu ímóti teimum eldru, og hesaferð fóru teir ungu avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 5-2 til yngra ættarliðið.

Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan byrjar kl. 18:00. Atgongumerki kunnu keypast í FAST í Gundadali fyri einans 100 krónur.