FSF Varpið: Magni Mohr er fysiskur venjari hjá A-landsliðnum við monnum, og hann er væl nøgdur við kropsliga støðið, ið føroysku spælararnir eru á

——————

A-landsliðsspælararnir hjá monnum, ið hava sína dagligu gongd í heimligu feløgunum, eru í hesum døgum á venjingarlegu í Havn.

Ein partur av venjingarleguni eru kropsligar testir, sum fysiski venjarin, Magni Mohr stendur fyri. Og sum heild er Magni væl nøgdur við úrslitini.

FSF Varpið var við til venjingina á middegi fríggjadagin, tá testir í skjótleika, styrki og úthaldni vóru á skránni.