Hóast føroyska A-landsliðið hjá monnum tapti 2-0 móti Íslandi, so var føroyska liðið væl við allar 90 minuttirnar
Mikudagin stóð danin Lars Olsen fyri fyrstu fer á odda fyri føroyska A-landsliðnum hjá monnum, tá Føroyar spældu venjingardyst móti Íslandi.
Dysturin varð spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, har 7.300 áskoðarar sóu Ísland vinna 2-0 móti Føroyum, eftir at vertirnir vóru frammanfyri við einum í steðginum.
Dysturin var sum heild javnur, og um meir hepni var við føroyingunum, so endaði við javnleiki á Laugardalsvøllinum. Men íslendingar vóru effektivari og fingu mál upp á teirra møguleikar, meðan okkara raktu stong út ístaðin fyri stong inn.
Millum annað komu Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson og Finnur Justinussen at standa væl fyri, men bólturin vildi ikki í íslendska málið.
Seinastu løtuna varð Pól Jóhannus Justinussen fluttur av vinstra bakki og fram í álopið, og hóast Pól Jóhannus vann nógvar luftbóltar og nærdystir móti íslendingunum, spurdist onki burturúr føroyska trýstinum.
Ístaðin staðfesti Kollbein Sigtórsson sigurin í 90. minutti, tá íslendski framherjin, ið til dagliga spælir við hollendska stórfelagnum Ajax Amsterdam, skoraði sítt annað mál í íslendska 2-0 sigrinum.
Næsti dystur hjá føroyska A-landsliðnum verður í Hannover fríggjadagin 7. september, har Týskland tekur ímóti í HM-undankappingardysti.