Jonas Wind skoraði einasta málið á Tórsvølli leygarkvøldið, tá Danmark vann ein tepran 1-0 sigur á Føroyum í undankappingardysti til HM 2022

——————

Tað sá leingi út til, at Føroyar skuldu fáa 1 stig ímóti Danmark á Tórsvølli leygarkvøldið. Men tá góðir sjey minuttir vóru eftir at spæla, og føroyska liðið var undirmanna, eftir at Rene Shaki Joensen var vístur av vølli, fingu danir sigursmálið.

Fríspark varð sent inn fyri úr høgru, og inni í brotsteiginum var Jonas Wind hægstur, sum umvegis stongina setti bóltin í netið.

Beint áðrenn steðgin lá bólturin eisini í føroyska málinum, og tey flestu hildu, at Danmark hevði lagt seg á odda. Men áðrenn málið bleiv endaliga góðtikið, skuldi VAR hyggja nærri at støðuni. Og tá varð komið fram til, at talan var um rangstøðu, og nógv tann størsti parturin av teimum 5.000 áskoðarunum sluppu við skrekkinum.

Sum heild sat danska liðið á tí mesta, og teir koma eisini fram til onkrar góðar støður. Men føroyska verjan stóð væl, og tá brúk var fyri tí, var Teitur Matras Gestsson ein tryggur aftasti skansi, samstundis sum allir vístu ein fantastiskan hugburð.

Um hepni var við okkara, kundi føroyska liðið fingið okkurt mál. Serliga nær við var Jóan Símun Edmundsson, tá hann í 58. minutti skallaði bóltin á tvørtræið, og síðan fór skotið frá Halli Hansson beint omanfyri.

Týsdagin verður HM-undankappingardystur aftur á Tórsvølli, tá moldovar koma á vitjan. Leygarkvøldið tapti Moldova 1-0 á útivølli móti Skotlandi, og á heimavølli vann Ísrael ein tryggan 5-2 sigur á Eysturríki.

Atgongumerki til dystin millum Føroyar og Moldova fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í løtuni eru umleið 3.500 atgongumerki seld.

Myndir: Hans Erik Danielsen