U15-landsliðið: Hóast nógvar málmøguleikar, so endaði triðji dysturin í Brøndby Cup við teprum ósigri ímóti FC Midtjylland
Føroyska U15-landsliðið, sum í hesum døgum luttekur í Brøndby Cup í Danmark, spældi í gjár seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum. Mótstøðuliðið var FC Midtjylland.
Hóast okkara dreingir spældu ein góðan dyst, og komu fram til fleiri vandamiklar málmøguleikar, ið áttu at havt givið mál – misnýttu millum annað brotsspark beint fyri steðgin – so endaði alt við teprum 1-0 sigri til FC Midtjylland.
Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin peikaði dómarin aftur á brotssparksblettin. Hesuferð til FC Midtjylland, samstundis sum Jóhan Waag Høgnesen varð vístur av vølli. Men Karstin Hansen bjargaði brotssparkinum.
Hóast 10 ímóti 11, so trýsti føroyska liðið fyri at fáa útjavnandi málið, og tað var eisini nær við. Men málverjin hjá FC Midtjylland stóð væl, og tí endaði alt við tapi í triðja dystinum í Brøndby Cup.
Saman um tikið vísti føroyska liðið gott spæl, og skaptu nógvar málmøguleikar. Men tá avtornaði stóðu okkara dreingir eftir við ongum.