U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í UEFA mini-kappingini í Norðurírlandi. Walisar vóru effektivari, og vunnu til endans 2-0
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í UEFA mini-kapping í Belfast í Norðurírlandi, tapti eisini næsta dystin í kappingini, hesaferð ímóti Wales.

Talan var kortini um ein javnan dyst á Solitude Leikvøllinum í Belfast, har føroyska liðið, serliga í fyrra hálvleiki, var spælstýrandi og kundi fingið eitt ella fleiri mál, um hepnið var við okkara dreingjum.

Í seinna hálvleiki hildu ungu føroyingarnir fram at stríðast, og spælið og innsatsurin var góður. Men sum fráleið komu walisar meir við, og tá avtornaði hevði Wales skorað tvær ferðir, meðan okkara stóðu eftir við ongum, hóast føroyska liðið av álvara hevði uppiborið betur.

Triðji og seinasti dystur hjá føroyska U17-liðnum í UEFA mini-kappingini verður fríggjadagin, tá Ísland verður mótstøðuliðið.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Wales – Mynd: Eli Hentze

Føroyskir áskoðarar á Solitude Leikvøllinum í Belfast – Mynd: Terji Nielsen