U17 Dreingir: Hóast føroyska U17-landsliðið við dreingjum vísti góðan hugburð og innsats, og var væl við í øllum dystunum, endaði liðið nummar 8 í árligu NM-kappingini
Seinastu vikuna hevur føroyska U17-landsliðið við dreingjum verið til árligu Norðurlandameistarakappingina, sum í ár hevur verið spæld í Nørre Aaby og Kolding í Danmark.
Síðstu dystirnir í bólkaspælinum vórðu spældir hósdagin, og við javnleiki ímóti USA kundi føroyska liðið vinna 3. plássi í bólkinum. Vónirnar undan dystinum vóru góðar, men einki bar til hjá føroysku dreingjunum hendan dagin, og tá avtornaði vunnu amerikumenn 4-0 ímóti Føroyum.
Føroyska liðið endaði sostatt nummar 4 í bólki A, og skuldi tískil spæla um 7. og 8. pláss í kappingini, sum leygardagin var ímóti Íslandi, tá plaseringsdystirnir vóru á skránni.
Men aftur hesaferð máttu føroyska leikararnir av vøllinum við ongum. Hóast okkara vóru spælstýrandi meginpartin av dystinum, so vunnu íslendingar 2-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.
– Leikliga var hetta okkara klárt besta avrik í kappingini. Vit vóru betra liðið fyrsta tíman, men aftur vóru tað persónlig mistøku, sum kostaðu okkurt dýrt, segði Áki Johansen, annar av føroysku U17-venjarunum, eftir dystin.
Svøríki vann Norðurlandameistarakappingini 2014 fyri U17-landslið. Í finaluni vunnu sviar 2-0 ímóti Noreg. Dystin um 3. plássið vann Danmark 1-0 ímóti Onglandi, meðan Finnland vann 4-3 í dystinum um 5. plássið, sum var ímóti USA.
Næsta uppgáva hjá U17-liðnum verður í september, tá EM-undankapping verður á skránni í Írlandi.
Teir fyrstu ellivu ímóti Íslandi – Mynd: Áki Johansen