Við einum máli móti ongum, eydnaðist tað í dag føroyska kvinnulandsliðnum at vinna ímóti Litava á LFF Leikvøllinum í Vilnius
Føroyska A-landsliðið við kvinnum, sum í hesum døgum luttekur í HM-undankapping í Litava, vann í dag næsta dystin í kappingini.
Í dag skuldu føroysku kvinnurnar royna seg ímóti vertstjóðina Litava, og eftir málleysan fyrra hálvleik eydnaðist tað Føroyum at skora til 1-0 tá ein góður tími var spældur, og hetta skuldi vísa seg at verða einasta málið í dystinum.
Málskjútti var Rannvá B. Andreasen, sum stutt framman undan varð sett á vøllin fyri Olgu Kristinu Hansen.
Føroyska liðið var mannað soleiðis í dag:
1. Randi Wardum, 3. Fríðrún Danielsen, 5. Bára S. Klakstein, 6. Eyðvør Klakstein (4. Lív Arge, 90. min.), 7. Rakul M. Johannesen, 8. Malena Josephsen (liðs.), 10. Heidi Sevdal, 11. Ansy Sevdal, 12. Liljan av Fløtum Petersen, 13. Íðunn Magnussen og 17. Olga Kristina Hansen (9. Rannvá B. Andreasen, 58. min.).
Óbrúktir leikarar:
1. Nina Davidsen, 2. Maria K. Thomsen, 14. Oddrún Danielsen, 15. Doris í Garði Olafsdóttir og 18. Laila Pætursdóttir
Í hinum dystinum í dag møttust Georgia og Montenegro, og har gjørdist úrslitið 2-0 til Montenegro.
Nú øll londini hava spælt tveir dystir, hava Føroyar og Montenegro 4 stig, Georgia hevur trý stig, meðan vertstjóðin Litava framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.
Seinasta umfar í kappingini verður spælt týsdagin 7. apríl, og tá skulu føroysku kvinnurnar møta Georgia.
Tvey lond fara víðari úr bólkinum til enn eina undankapping, sum verður spæld eftir sama leisti sum hjá A-landsliðnum við monnum.