Stefan Radosavljevic skoraði føroyska málið, tá Kosovo og Føroyar leygardagin spældu javnleik 1-1 í venjingarlandsdysti á Fadil Vokrri Stadion í Pristina
——————
Á einum tungum og regnvátum vølli, gjørdist úrslitið javnleikur 1-1, tá Kosovo og Føroyar leygardagin hittust í venjingarlandsdysti á Fadil Vokrri Stadion í høvuðsstaðnum Pristina.
Tá smáir tjúgu minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, legði Uran Bislimi heimamenninar á odda. Bislimi royndi seg við skoti uttanvert brotsteigin, og uttan møguleika hjá Mattiasi Lamhauge í málinum, sat bolturin uppi í horninum.
Men okkara menn fullu ikki í fátt – als ikki – og løtu seinni var aftur javnvág á máltalvuni. Kosovo hevði horna í teirra vinstru, bólturin varð sendur inn fyri, og í trunkanum fekk Gilli Sørensen sparkað burtur. Sparkið var so mikið gott, at bólturin endaði heilt frammi hjá Stefani Radosavljevic, sum rann undan tveimum verjuspælarum, og síðan lyfti hann bóltin hegnisliga upp um málverjan til 1-1.
Restina av dystinum leikaði javnt á, men veruliga vandamikið bleiv tað ongantíð – hvørgan vegin.
Sostatt endaði landsliðsárið við javnleiki á einum torførum vølli, sum var merktur av nógvum regni, ið onkra løtu oysti niður.
Næst á skránni hjá A-landsliðnum við monnum er EM-undankappingin, sum verður komandi ár. Føroyska liðið byrjar á útivølli fríggjadagin 24. mars móti Moldova. Hini londini í bólkinum eru Kekkia, Pólland og Albania.
Myndir: Hans Erik Danielsen