Eftir nøkur avbera góð avrik hjá føroysku liðunum, ið hava tikið lut í evropeiskum dystum í summar, hevur Kappingarnevndin hjá FSF gjørt smávegis broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum

——————

Tað hevur sum heild hilnast væl hjá føroysku liðunum í altjóða fótbólti í summar, og nú komið er til 3. umfar í UEFA Conference League, eru KÍ og B36 framvegis við í kappingini.

At tað gongst føroysku feløgunum væl í evropeiskum samanhangi, fegnast vit sjálvandi um, og tað er okkurt, ið bendir á, at vegurin til eitt bólkaspæl veruliga byrjar at hómast í havsbrúnni.

Men góða avrikini úti í heima hava eisini smávegis avbjóðingar við sær í heimligu kappingini.

Í fyrsta umfari blivu ársins ólavsøkudystir í Gundadali millum B36 og Skála, og HB og Víking, fluttir til sunnudagin 31. juli. Men nú er greitt, at dysturin millum HB og Víking enn einaferð er fluttur, og í staðin verður týsdagin 2. august klokkan 18:00.

Aðrir dystir, ið somuleiðis eru fluttir orsaka av evropeiskum fótbólti, er B68 – B36, sum skuldi vera á Svangaskarði sunnudagin 7. august. Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at hesin dystur verður útsettur til mikudagin 24. august.

Í 3. umfari í UEFA Conference League skulu klaksvíkingar royna seg móti FC Ballkani úr Kosovo, meðan B36 skal dystast við danska Superligafelagið, Viborg FF.

Mikudagin 3. august
Viborg FF – B36 (á Energi Viborg Arena kl. 18:00, føroyska tíð)

Hósdagin 4. august
FC Ballkani – KÍ (á Stadion Fadil Vokrri kl. 19:00, føroyska tíð)

Týsdagin 9. august
B36 – Viborg FF (á Tórsvølli kl. 19:00)

Hósdagin 11. august
KÍ – FC Ballkani (á Tórsvølli kl. 19:00)

———

Dagføring 30. juli klokkan 18:51
Ólavsøkudysturin millum B36 og Skála, sum bleiv útsettur til 31. juli, er aftur útsettur til óásetta tíð.

Dagføring 31. juli klokkan 13:55
Bæði KÍ – Skála, sum skuldi vera fríggjadagin 5. august, og Víkingur – 07 Vestur, sum skuldi vera leygardagin 6. august, eru fluttir til sunnudagin 7. august.