Í einum undirhaldandi dysti, har føroyska liðið var greitt omaná, eydnaðist tað kortini Føroyum bara at fáa eitt stig ímóti Kasakstan
Hóast tað eydnaðist Føroyum at fáa eitt stig ímóti Kasakstan, so vóru føroysku leikararnir ikki heilt nøgdir við úrslitið í 1-1 javnleikinum ímóti kasakum.

So gott sum allan dystin var føroyska liðið greitt omaná, men í avgerandi løtum væntaði seinasti neyvleikin hjá føroyingunum.

Føroyska málið gjørdi Hallur Hansson, tá fýra minuttir vóru eftir at spæla av fyrra hálvleiki. Við framúr sparki eginleika sendi føroyski miðvallarin bóltin í málið hjá kasakum, eftir gott føroyskt spæl nakað uttanfyri brotsteigarmarkið hjá Kasakstan. Eitt gott mál, ið uttan iva er eitt tað vakrasta málið, ið nakrantíð er gjørt av føroyska landsliðnum.

Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama, men kortini eydnaðist tað kasakum at javna tíggju minuttir eftir steðgin.

Føroyska liðið trýsti seinastu løtuna fyri at fáa avgerandi málið, men inn vildi bólturin ikki. Sostatt endaði við javneliki 1-1, og hóast føroyska liðið hevði uppiborið meira enn bara tað eina málið og stigið, so er avrikið ímóti Kasakstan góðkent.

Týsdagin 15. oktober skulu føroyska leikararnir í eldin aftur, tá Eysturríki kemur á vitjan á Tórsvølli. Í hinum báðum dystinum, ið eru spældir í okkara bólki í kvøld, vann Týskland 3-0 á Írlandi, og í Svøríki vunnu sviar 2-1 ímóti Eysturríki.

Nú øll londini hava ein dyst eftir at spæla, er greitt, at Týskland verður nummar 1 í bólkinum, meðan Svøríki blívur nummar 2.

Dysturin millum Føroyar og Eysturríki verður á Tórsvølli týskvøldið kl. 19:45. Atgongumerki kunnu keypast í FAST í Gundadali fyri einans 100 krónur.