Føroyska U19-landsliðið við gentum spælir leygardagin fyrsta dystin í EM-undankappingini, ið næstu dagarnar verður spæld í Finnlandi

Fyrireikingarnar hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, til EM-undankappingina, ið næstu dagarnar verður spæld í Turku í Finnlandi, hava gingið sera væl.

Ferðalagið kom til Finnland hósdagin, og umstøðurnar í Turku eru av teimum allarbestu.

John Petersen og Ingun Hansen, landsliðsvenjarar høvdu seinnapartin fríggjadagin seinastu venjingina við liðnum, áðrenn fyrsta dystin í kappingini, sum verður leygardagin móti Kekkia.

Umframt Finnlandi og Kekkia, skulu føroyska genturnar eisini royna seg ímóti Moldova í hesari undankapping.