Venjingardysturin móti Noregi, sum endaði 2-0 til norðmenn, var sum heild góð fyrireiking til undankappingardystin móti Albania, sum er á skránni komandi mánadag
——————
Føroyska manslandsliðið kom heldur illa frá byrjan í venjingardystinum móti Noregi hóskvøldið. Í kuldanum á Ullevaal Stadion í Oslo vóru bara farnir smáir tríggir minuttir, tá heimamenninir komu á odda við máli, sum Jørgen Strand Larsen, ið spælir fyri spanska Celta Vigo skoraði.
Norðmenn hildu á at trýsta, og tá fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin økti Oscar Bobb úr Manchester City til 2-0.
Men eftir eina heldur trupla byrjan kom føroyska liðið meir við, og hóast norðmenn høvdu bóltin nakað meir, so gjørdist tað ongantíð veruliga vandamikið.
Verjuspælið var væl skipað, og sjálvt um Ståle Solbakken, landsliðsvenjari hjá Noregi setti ein av heimsins bestu framherjum á vøllin beint eftir steðgin, so komu ikki fleiri mál.
Í framrættaða spælinum høvdu okkara menn torført við at koma til kjansir, men í tí eina førinum eydnaðist René Shaki Joensen at koma í eina góða støðu. Rennisterki KÍ’arin royndi seg við skoti úr spískum, men bólturin brast á stongina, og fór út til málspark.
Sum heild var talan um ein góðan venjingardyst fyri føroyska landsliðið, sum mánadagin skal á vøllin aftur, tá EM-undankappingardysturin á útivølli móti Albania er á skránni.
Myndir: Hans Erik Danielsen