Jógvan Martin Olsen er sum heild nøgdur við avrikið hjá U15-dreingjunum eftir venjingardystirnar móti Íslandi

——————

– Vit vistu, at tað fór at vera torført og at vit fóru at fáa sterka mótstøðu. Serliga tá hugsað verður um, at íslendsku dreingirnir vóru ein árgang eldri. Í fyrra dystinum vóru okkara eisini eitt sindur merktir av nervum – hetta var jú teirra fyrsti veruligi landsdystur. Men teir vístu góðan liðinnsats, og í seinna dystinum høvdu vit í øllum føri uppiborið javnleik – ein sigur hevði heldur ikki verið óuppiborin.

– So sæð yvir tveir dystir, eri eg hampuliga væl nøgdur. Avrikið og arbeiðsinnsatsurin var í øllum føri góðkendur, so hetta var góð fyrireiking til menningarkappingina í november, sigur U15-landsliðsvenjarin hjá dreingjum, Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrri venjingardysturin móti íslendingum var á Svangaskarði á Toftum týsdagin, og eftir at Ísland var á odda 2-0 í hálvleikinum, vunnu teir til endans við fýra málum móti ongum.

Hóskvøldið spældu liðini aftur – hesaferð á Tórsvølli, og tá gjørdist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til Ísland. Sigursmálið skoraðu teir tá tólv minuttir vóru eftir at spæla.

– Hetta er ein spennandi árgangur, sum vit hava at arbeiða við, og eg vænti, at fleiri av hesum dreingjunum koma at mynda føroyskan landsliðsfótbólt komandi árini, sigur Jógvan Martin Olsen.

Næst á skránni hjá U15-dreingjunum er UEFA menningarkapping í Albania, sum verður frá 1. til 8. november. Umframt Føroyar og Albania, vera San Marino og Slovakia eisini við í kappingini.

Myndir: Bjarni Enghamar