Talan gjørdist um eina mennandi kapping fyri U15-dreingirnar, sum farnu dagarnar hava tikið lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg. Í fýra dagar spældi liðið fimm dystir, og skoraði í øllum

——————

– Tað er altíð keiligt at tapa – tað vita vit øll. Men tað er hugaligt at vit allíkavæl kunnu taka okkurt positivt við okkum, tí hugburðurin hjá okkara spælarum var framúr, og innsatsin kunnu vit eisini vera sera væl nøgdir við.

Soleiðis sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í farnu viku tók lut í árligu EfB spar Nord Elite Cup kappingini í Esbjerg í Danmark.

Spælt var ímóti trimum donskum, einum norskum og einum liði úr Svøríki. Samlaða úrtøkan gjørdist fýra tap og ein sigur.

– Í fyrsta dystinum haldi eg at okkara vóru nervøsir, og tíverri vóru nógv persónlig mistøk. Men teir fótaðu sær sum fráleið, og yvir alla kappingina høvdu vit flest málkjansir. Hetta gevur okkum nakað ávíst at arbeiða víðari við.

– Tekniski førleikin undir trýsti, og renniorkan – ella leikferðin – hjá hinum var betri. Men viljin, dirvið og arbeiðssemið hjá okkara spælarum var heilt framúr. Tó blívur orkan, sum vit brúka í ymiskum spælistøðum, ov belastandi, til at vit kunnu avrika javnt yvir ein heilan dyst, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsta uppgáva hjá U15-landsliðnum verður um miðan august, tá tveir venjingardystir á heimavølli móti Íslandi eru á skránni.