U19-landsliðið við gentum tapti eisini seinasta dystin í EM-undankappingini í Kroatia. Úrslitið gjørdist 4-1 til vertstjóðina
Hóast føroyska U19-landsliðið við gentum aftur í dag fór av vøllinum við ongum, so vóru glottar at hóma í mun til dystirnar móti Ukreina og Belgia.

Í seinasta dystinum skuldi føroysku genturnar royna seg imóti vertslandinum Kroatia, og hóast talan varð um ein tættan og javnan dyst, so gjørdist úrslitið kortini ein greiður 4-1 sigur til Kroatia, sum í hálvleikinum var á odda 2-0.

Málið hjá Føroyum skoraði Eyðvør Klakstein umvegis brotsspark fýra minuttir fyri leiklok.

Oddadysturin millum Belgia og Ukreina endaði við málleysum javnleiki.

Endaliga støðan í EM-undankappingarbólki 3 gjørdist, at Ukreina og Belgia fingu 7 stig, meðan Kroatia fekk 3 stig og Føroyar hesa ferð einki stig fingu.

Føroyska ferðalagið kemur aftur í Føroyar seinnapartin fríggjadagin.