Håkan Ericson hevur úttikið 25 spælarar til dystirnar móti Litava, Lettlandi og Malta. Nýggjur í hópinum er Magnus Holm Jacobsen úr B36
——————
A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson hevur úttikið 25 spælarar til venjingardystin móti Litava, og UEFA Nations League dystirnar á útivølli móti Lettlandi og Malta.
Av boðsendu spælarunum er ein, ið ikki hevur verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um 20 ára gamla Magnus Holm Jacobsen úr B36.
– Eg eri ótrúliga glaður, men eisini eitt sindur spentur og nervøsur, sigur nýklakti landsliðsspælarin við heimasíðuna hjá FSF.
Mikudagin 11. november spæla Litava og Føroyar venjingardyst í Vilnius, og síðan eru seinastu dystirnir í UEFA Nations League á skránni. Leygardagin 14. november spæla Lettland og Føroyar í Riga, og týsdagin 17. november hittast Malta og Føroyar á Ta Qali Stadion á Malta.
Teir 25, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, hava úttikið til komandi landsdystir, eru hesir:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Magnus Holm Jacobsen, B36
Dan í Soylu, HB
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Patrik Johannesen, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (Týskland)
Tá tíðindafundirn var liðugur, lat nýggi fjepparahandilin hjá FSF upp, har møguleiki er at keypa landsliðstroyggjur og ymiskt annað, ið fótbóltslandsliðini brúka til venjingar og dystir.
Handilin, sum hevur fingið navnið “Landsliðsbúðin” verður opin mánadag til leygardag frá klokkan 11 til 17.
Myndir: Bjarni Enghamar