Í samband við at FF Giza og FC Hoyvík hava gjørt samstarvsavtalu, verða allir leikarar, ið umboða felagsliðið, skrásettir hjá FC Hoyvík
Undan kappingarbyrjan í ár varð samstarvsavtala gjørd millum FF Giza og FC Hoyvík. Avtalan inniber, at hesi bæði feløg hava felagslið í 2. deild og í 3. deild hjá monnum, umframt at feløgini samstarva um tvey lið í 2. deild hjá kvinnum.

Fótbóltssamband Føroya hevur góðtikið samstarvsavtaluna millum FF Giza og FC Hoyvík, sum í ár fara at spæla undir navninum Giza/Hoyvík.

Í hesum sambandi vil FSF boða frá, at allir leikarar, ið verða nýttir fyri felagsliðið hjá Giza/Hoyvík, verða skrásettir sum leikarar hjá FC Hoyvík.