2. deild menn: Eftir at fyrstu tvey umførini í 2. deild hjá monnum eru spæld, hava Giza/Hoyvík, Undrið FF og AB fingið fult stigatal

Fult umfar í triðbestu deildini hjá monnum er spælt um vikuskiftið, og við hvør sínum 4-1 sigri á ávikavist KÍ, MB og Skála, eru tað AB, Giza/Hoyvík og Undrið FF, ið mynda oddin við fullum stigatali, eftir fyrstu tvey umførini.

Eisini runavíkingar eru væl við heilt har frammi í 2. deild hjá monum, eftir at NSÍ vann 3-2 í grannauppgerð ímóti B68.

Fimti dysturin varð spældur í Fuglafirði, har ÍF og FC Suðuroy býttu stigini í 2-2 javnleiki.

Komandi, ið verður leygardagin 27. apríl, verður spælt soleiðis:
NSÍ – KÍ
Giza/Hoyvík – B68
Undrið FF – MB
FC Suðuroy – Skála
AB – ÍF