Tað verður sveisarin, Gianni Infantino, ið skal stjórna altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA næstu fýra árini
Á aðalfundi í Zurich í Sveis fríggjadagin gjørdist greitt, at avloysarin eftir Joseph Sepp Blatter sum FIFA-forseti, verður Gianni Infantino úr Sveis.
Undan valinum var annars okkurt ið bendi á, at Sheikh Salman bin Ebrahim al-Khalifa úr Bahrain fór at vinna forseta-valið í FIFA.
Men tá avtornaði gjørdist tað maðurin, ið FSF atkvøddi fyri, sum fór avstað við sigrinum. Neyðugt varð við tveimum umførum, áðrenn avgerðin fall. Í fyrsta umfari fekk Infantino 88 atkvøður, meðan Al Khalifa fekk 85.
Um forsetin skal verða valdur í fyrsta umfari, skal hann hava 2/3 av øllum 207 atkvøðunum. Verður neyðugt at fara til næsta, triðja ella fjórða umfar, skal valevnið hava fleiri enn helvtina av atkvøðunum, fyri at verða valdur til FIFA-forseta. Tað valevni, ið fær fægst atkvøður í hvørjum umfari, fer burturúr.
Úrslitið eftir 1. umfar:
Gianni Infantino – 88 atkvøður
Shk. Salman Bin Ebrahim Al Khalifa – 85 atkvøður
Prince Ali Bin Al Hussein – 27 atkvøður
Jerome Champagne – 7 atkvøður
Úrslitið eftir 2. umfar:
Gianni Infantino – 115 atkvøður
Shk. Salman Bin Ebrahim Al Khalifa – 88 atkvøður
Prince Ali Bin Al Hussein – 4 atkvøður
Jerome Champagne – 0 atkvøður
Í Fótbóltssambandi Føroya fegnast man um, at tað gjørdist Gianni Infantino, ið verður nýggjur FIFA-forseti.
– Tað hevur stóran týdning, ikki bara fyri okkum, men fyri FIFA sum heild og øll tey 209 londini. Tað er eingin loyna, at FIFA hevur verið í brotasjógvum seinastu árini – serliga tað seinasta.
– Eg haldi, at um álitið aftur skal reisast á FIFA, so var tað viktugt, at akkurát hesin maðurin vann, sum vann í dag, segði Virgar Hvidbro við Rás 2 eftir at tað var vorðið greitt, at Gianni Infantino hevði vunnið forsetavalið í altjóða fótbóltssamgonguni.
Føroysku umboðini á fundinum í Zurich í Sveis. Frá vinstru: Róin Schrøter, varaforseti í FSF, Christian F. Andreasen, FSF-forseti, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya