Jón Pauli Olsen hevur úttikið hópin til seinasta dystirnar í hesari undankappingini, sum verða ímóti Skotlandi og Norðurírlandi
Leygardagin 13. september skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá Skotland tekur ímóti á Fir Park Stadium í Morherwell, og fýra dagar eftir er seinasti dystur í hesari undankapping á skránni, tá Norðurírland er vertur á Mourneview Park í Lurgan.

Í hesum sambandi hava landsliðsvenjararnir, Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic úttikið hesar 18 leikararnar:

Valgerð Andreasen, AB.
Fríðrún Danielsen, Sigrun K. Kristiansen, Íðunn Magnussen og Anna Sofía Sevdal, EBStreymur/Skála.
Nina Davidsen, Liljan av Fløtum Petersen, Heidi Sevdal og Elin Maria Isaksen, HB.
Annika Petersen, Laila Pætursdóttir, Monika Biskopstø, Rannvá B. Andreasen, Olga Kristina Hansen, Malena Josephsen. Eyðvør Klakstein og Randi Wardum, KÍ.
Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DEN).

Tá Skotland vitjaðu í Føroyum fyri einum ári síðani, vunnu skotsku kvinnurnar 7-2, meðan dysturin á heimavølli ímóti Norðurírlandi, sum varð spældur í ápríl í ár, endaði við málleysum javnleiki.

Úttøkubræv