Lutakast um, hvussu EM-undankappingarnar fyri U17 og U19-landsliðini við gentum skulu spælast komandi ár, hevur verið í Nyon í Sveis
Nú er greitt, hvussu føroysku U17 og U19-landsliðini við gentum skulu spæla í undankappingunum til EM, sum verða komandi ár.
Lutakastið hevur verið í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17-liðið skal til Montenegro, meðan U19-genturnar fara til Bosnia-Hersigovina.
U17-genturnar eru komnar í bólk 11 saman við Finnland, Íslandi, og vertslandinum, Montenegro. Kappingin verður spæld frá 22. til 27. oktober.
Fyri U19-landsliðið háttaði lútakastið seg soleiðis, at føroyska liðið er komið í bólk 2 saman við Fraklandi, Kekkia og Bosnia-Hersigovina, ið verður vertur fyri kappingini. Kappingin hjá U19-liðnum verður spæld frá 15. til 20. september.