Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í mini-kappingini í Wales. Úrslitið gjørdist 4-0 til vertirnar

U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í mini-kapping í Wales, tapti eisini næsta dystin í kappingini.

Týsdagin taptu føroysku genturnar fyri Norður Írlandi, og mikudagin var dystur ímóti Wales, sum endaði við 4-0 sigri til walisisku vertirnar.

Triðji og seinasti dystur verður spældur fríggjadagin, tá Ísland og Føroyar møtast á Glamorgan Sport Park í Wales.

Føroyska liðið ímóti Wales: 16. Annika M. Arge (1. Annika Dam, 75. min.), 3. Gudny Johannesen (11. Hervør Olsen, 41. min.), 5. Kára Djurhuus (9. Ása á Reynatúgvu, 70. min.), 6. Elisabeth Vang (4. Bjørt Holm, 70. min.), 7. Milja R. Simonsen, 8. Silja R. Róin, 10. Hjørdis Rasmusardóttir (14. Jónvá Hentze, 23. min.), 12. Lív Arge (liðs.), 13. Guðrið Thomsen (2. Jansy Jacobsen, 70. min.), 17. Arnborg Lervig og 18. Durita Hummeland (15. Sigrun T. Magnussen, 70. min.)