Í EM-undankappingini komandi ár skal føroyska U19-landsliðið við gentum royna seg ímóti Hollandi, Serbia og Lettlandi
Føroyska U19-landsliðið við gentum skal í september komandi ár til Serbia. Hetta er greitt, eftir at lutakast hevur verið í samband við komandi EM-undankapping.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar kom í bólk 5, saman við Serbia, Hollandi og Lettlandi.

Kappingin verður spæld í døgunum 13. til 18. september 2014.