Føroysku U19-genturnar taptu tepurt 2-0 fyri Íslandi á Tórsvølli í morgun
Fyrsti dysturin í UEFA minikappingini fyri U19-gentulandslið, sum verður leikt í Havn hesa vikuna, bleiv spældur á Tórsvølli í morgun. Dysturin var millum Føroyar og Ísland,  og íslendsku genturnar vunnu 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

Men talan var yvirhøvur um ein tættan dyst, har føroyska liðið eisini kom til fleiri møguleikar, og tí eru vónirnar góðar undan seinna dystinum hjá føroysku gentunum, sum verður á Tórsvølli hósmorgunin klokkan 10, tá ið Skotland er mótstøðuliðið.

Í morgin klokkan 10 spæla Ísland og Skotland dyst á Tórsvølli, og tá hevur føroyska liðið dystarfrí.