Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti stórt í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Finnlandi. Úrslitið gjørdist 7-0 til Kekkia
U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Turku í Finnlandi, tapti stórt í fyrsta dystinum í kappingini.

Mótstøðuliðið var Kekkia, og úrslitið gjørdist 7-0 ti Kekkia, sum var frammanfyri við fimm málum í steðginum.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður mánadagin, tá Finnland verður mótstøðuliðið, meðan seinasti dystur í kappingini verður hósdagin 26. september, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti Moldova.