Í seinasta dystinum í UEFA-menningarkappingini fyri U19-gentulandslið taptu Føroyar 2-6 fyri Skotlandi
Skotland legði fyri sum eitt óløgi, og longu tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hevði Skotland lagt seg á odda 3-0. Men beint eftir 3-0 málið hjá skotum eydnaðist tað føroyska liðnum at minka um munin, tá ið eitt innlegg frá Áslu Johannesen úr vinstru síðu fór í málið umvegis skotska málverjan.

Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at skotar vóru greitt omaná, og hálvleiksstøðan 5-1 sigur eisini eitt sindur um munin á liðunum báðum fyri steðgin. Men í seinna hálvleiki javnaði spælið seg meira, og tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki kom besta málið í dystinum. Føroyingar fingu fríspark stutt uttan fyri skotska brotsteigin, og tað lyfti Milja R. Simonsen hegnisliga upp um skotska múrin og dygst undir tvørtræið og í mál til 2-5. Skotland skoraði tó til 6-2 minuttin eftir, og 6-2 gjørdist eisini úrslitið av dystinum.

Við sigrinum á Føroyum endaðu skotar ovast við fullum stigatali, meðan Ísland gjørdist nummar tvey við trimum stigum, og Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.

Myndir