Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Italia, sum vann 9-0

– Mótstøðan var minst líka sterk sum seinast, og hesaferð verða vit sundurspæld allan fyrra hálvleik. Avtalur verða ikki hildnar, og stórir feilir verða revsaðir. Í seinna hálvleiki spæla vit betur, men vit lata framvegis ov nógv mál inn. Soleiðis sigur John Petersen, U19-landsliðsvenjari, um dystin ímóti Italia.

 

Hósdagin spældi føroyska U19-landsliðið við gentum næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Moldova. Í fyrsta umfari møttu okkara gentur Frakland, og hesaferð var tað Italia, ið stóð hinumegin miðlinjuna, og italsku genturnar vóru náðileysar.

 

Úrslitið av dystinum gjørdist 9-0 til Italia, eftir 4-0 leiðslu í steðginum.

 

– Hóast mótbrekkan var øgiliga tung og brøtt, so fella okkara gentur ongantíð í fátt, men tær stríðast allan dystin á tamb, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Triðji og seinasti dystur í kappingini verður sunnudagin, tá Moldova, sum eisini hevur tapt stórt í báðum dystunum higartil, tekur ímóti. Og her metir venjarin, at møguleikin fyri stigi veruliga er til staðar.

 

– Vit gleða okkum og bíða spent til dystin ímóti Moldova. Bæði liðini vita, at her er møguleikin sigri og stigum, og honum ætla vit avgjørt at fara eftir, sigur John Petersen.

 

FØROYAR

1. Randi á Bergi (GK), 2. Rebekka Danielsen, 3. Birita Nielsen (C), Nadja Johannesen, 5. Ninna Hansen (13. Oddny Jacobsen, 63’), 6. Rebekka Benbakoura (15. Sara Lamhauge, 80’), 7. Tórunn Joensen, 8. Sarita Mittfoss, 9. Evi á Lakjuni, 17. Hansina Ronaldsdóttir (14. Rebekka Olsen, 63’) og 18. Julia Mortensen

 

Eykaspælarar

12. Andrea Hoydal (GK), 10. Tóra Mohr, 11. Lea Hansen og 16. Poula Andreasen

 

Venjari

John Petersen