Heldur ikki í næsta dystinum í EM-undankappingini eydnaðist føroyska U19-landsliðnum við gentum at fáa stig. Finsku vertirnir vunnu 2-0

Eftir at hava tapt stórt fyri Kekkia í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Turku í Finnlandi, vísti føroyska liðið ein heilt annan hugburð í næsta dystinum, sum varð spældur ímóti finsku vertunum.

Tað var tó kortini Finnland, ið stóð eftir við sigrinum. Úrslitið gjørdist 2-0 til vertirnar, sum vóru á odda við einum máli í steðginum.

Føroysku genturnar stríddust væl allan dystin, og serliga Lea Reginsdóttir í føroyska málinum spældi ein góðan dyst. Men saman um tikið vóru tær finsku betri, og sum heild var sigurin hjá Finnlandi uppiborin.

Triðji og seinasti dystur í hesari undankapping verður spældur hósdagin, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti Moldova. Í fyrsta umfari tapti Moldova 4-0 fyri Finnlandi, og sunnudagin tapti Moldova 3-1 ímóti Kekkia.

Føroyska liðið ímóti Finnlandi:
1. Lea Reginsdóttir (GK), 3. Anna Brimnes (Cap.), 4. Katrina Akursmørk, 5. Elsa Jacobsen, 6. Kára Jarnskor (72. min. 17. Bjørt Magnussen), 8. Eyðvør Klakstein, 9. Jensa Olsen, 10. Maria K. Thomsen, 11. Marta S. Thomsen, 14. Sigrun Sirdal (85. min. 13. Tóra Olsen) og Jóhanna Lervig (64. min. 12. Silja Johannesen).

Á beinkinum:
16. Hanna Poulsen (GK), 2. Vár Næs, 7. Ásla Johannesen og 15. Rebekka Johannesen.

Venjarar:
John Petersen og Ingun Hansen