Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í UEFA mini-kappingini í Norðurírlandi
U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í UEFA mini-kapping í Belfast í Norðurírlandi, tapti eisini næsta dystin í kappingini, sum var ímóti Wales.

Talan var sum heild um ein javnan dyst, sum kortini endaði við 2-0 sigri til Wales, ið skoraði bæði málini í seinna hálvleiki.

Serliga í fyrra hálvleiki var føroyska liðið væl við í dystinum, og sótu okkara gentur fyrstu løtuna á meginpartinum av spælinum. Men hepni var ikki við í avgerandi løtum, og tí spurdist einki burtur úr, tá møguleikarnir komu.

Triðji og seinasti dystur hjá føroyska U17-liðnum verður mikudagin, tá Ísland, sum verður mett at hava sterkasta liðið í kappingini, verður mótstøðuliðið.