Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini seinasta dystin í UEFA mini-kappingini í Belfast. Úrslitið gjørdist 5-1 til Ísland
– Genturnar hava víst ein framúr innsats, og hetta hevur verið ein góð og mennandi kapping fyri okkara leikarar, segði Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari, eftir seinasta dystin hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, ið síðstu dagarnar hevur luttikið í UEFA mini-kapping í Belfast í Norðurírlandi.
Undan dystinum ímóti Íslandi løgdu føroysku venjararnir, Jan Mølvad Laursen og Bára S. Klakstein dent á, at okkara gentur skuldi tora at spæla fótbólt, og royna mest møguligt at hava bóltin á føroyska liðnum.
Hetta eydnaðist væl stóran part av dystinum, og komu okkara gentur til fleiri støður, sum, við eitt sindur av hepni, kundi givið mál. Men sum heild vóru tær íslendsku sterkari, og vunnu tá samanum kom 5-1, eftir at støðan í steðginum var 3-1 til Ísland.
Føroyska málið gjørdi Rebekka Benbakoura tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Næsta uppgáva hjá U17-liðnum við gentum verður í september, tá Føroyar eru vertir fyri EM-undankappingini.
Rebekka Benbakoura skoraði føroyska málið ímóti Íslandi