Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Hesaferð var tað Pólland, ið sendi Føroyar av vøllinum við ongum

– Vit taptu ímóti einum góðum pólskum liði. Um okkara gentur ikki høvdu lagt so nógv fyri, sum tær gjørdu, hevði tapið saktans kunna verðið størri, sigur Jan Mølvad Laursen, venjari hjá U17-gentunum.

 

Talan gjørdist eisini um tap í næsta dystinum hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í innleiðandi EM-undankapping í Póllandi. Í fyrsta umfari, sum varð spælt týsdagin, taptu okkara 4-0 fyri Sveis, og fríggjadagin gjørdist úrslitið til 5-0 tap fyri pólsku vertunum.

 

Áðrenn triðja og seinasta umfar, sum verður spælt mánadagin klokkan 15:00 føroyska tíð, er greitt, at Sveis og Pólland møtast í ”finaluni” um 1. plássið í bólkinum, meðan Føroyar og Ukreina spæla ”finalu” um 3. plássið.

 

– Vit trúgva veruliga uppá, at vit kunnu vinna á Ukreina, og næstu dagarnar verða brúktir uppá at fyrireika genturnar til hesa stóru avbjóðing, ið liggur og bíðar, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.

 

 

 

Myndir: Karl Vidtfeldt