Føroysku U16-genturnar taptu næsta dystin í menningarkappingini í Litava. Dysturin var ímóti Norðurírlandi, sum í yvirtíðini skoraði avgerandi málið og vann 2-1. Jensa K. Tórolvsdóttir gjørdi einsamalla málið fyri Føroyar
– Eg eri væl nøgdur við fyrra hálvleik. Vit spæla væl, og verjuparturin var góður. Eisini skapa vit nakrar málmøguleikar, men eru tíverri ikki nóg neyvar í avgerandi løtum, tí um meir hepni var við okkum, so skuldu vit fingi meir enn bara tað eina málið, segði Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari, eftir dystin.
U16-genturnar taptu eisini næsta dystin í UEFA menningarkappingini í Riga í Lettlandi. Mótstøðuliðið hesaferð var Norðurírland, sum vann 2-1. Men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Norðurírland skoraði sigursmálið.
Føroysku genturnar fingu annars eina góða byrjan, og tá 26 minuttir vóru spældir skoraði Jensa K. Tórolvsdóttir til 1-0 til Føroyar, sum eisini var støðan, tá liðini fóru at hvíla seg.
– Í seinni hálvleiki verða vit trýst longur aftur á vøllin, og tað endar við, at Norðurírland fekk tvey mál ímóti endanum av dystinum. Men genturnar stríddust væl, og eg eri væl nøgdur við teirra hugburð allan dystin, segði Jan Mølvad Laursen.
Triðji og seinasti dystur í UEFA menningarkappingini verður fríggjadagin, tá okkara skulu royna seg ímóti Estlandi.