Eftir málleysan javnleik í sjálvum dystinum, vunnu føroysku U16-genturnar 4-1 í brotssparkskappingini á Estlandi
– Eg eri væl nøgd við innstatsin hjá øllum gentunum í dag, sum allar prógva, at tær hoyra heima á landsliðnum. Orðini eigur Bára Skaale Klakstein, hjálparvenjari hjá U16-landsliðnum við gentum, eftir at føroysku genturnar høvdu vunnið 4-1 á Estlandi eftir brotssparkskapping.

Tá vanliga leiktíðin var farin, stóð á jøvnum 0-0. Tí varð neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara. Og her drógvu okkara gentur nógv tað longra stráið. Samstundis sum málverjin, Eyðgerð R. Mikkelsen bjargaði skotunum frá Estlandi, vóru Jensa K. Tórolvsdóttir, Julia N. Mortensen, Rebekka E. Danielsen og Kristin P. Højsted tryggar úr ellivu metrum, so endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til Føroyar.

– Sjálvt um vit gera fleiri skiftingar á liðnum í seinna hálvleiki, so viknar liðið ongantíð, og tað vísur styrki. So vit eru væl nøgd, og tað er stuttligt hjá gentunum at enda kappingina soleiðis, sigur Bára S. Klakstein.

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur leygardagin.