FSF Varpið: Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta um 7. umfar í Effo-deildini, sum verður spælt Flaggdagin, hósdagin 25. apríl

7. umfar í fremstu deildini hjá monnum verður spælt hósdagin 25. apríl, og fyri fyrstu ferð í nógv ár eru øll eygu vend móti klassikarinum millum KÍ og HB, sum í løtuni mynda oddin í føroyskum fótbólti.

Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um komandi umfar, samstundis sum øll málini frá 6. umfari eru at síggja í sendingini.

Dystirnir í 7. umfari eru hesir:
TB – ÍF, kl. 14:30
B36 – AB, kl. 18:00
KÍ – HB, kl. 18:00
Víkingur – 07 Vestur, kl. 18:00
NSÍ – EB/Streymur, kl. 18:00