Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um 10. umfar í Effodeildini, sum verður spælt leygardagin og mánadagin

10. umfar í ársins Effodeild verður spælt komandi vikuskifti. 

Fyrsti dystur verður leygardagin, tá AB fær vitjan av ÍF, meðan hinir fýra dystirnir verða spældir mánadagin, sum er 2. Hvítusunnudagur.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um komandi umfar í fremstu deildini hjá monnum.
 

Leygardagin:
AB – ÍF, kl. 16:00

Mánadagin, 2. Hvítusunnudagur:
NSÍ – Víkingur
TB – KÍ
B36 – HB
07 Vestur – EB/Streymur

Allir dystirnir 2. Hvítusunnudag byrja kl. 15:00.