Arbeiðið í sambandi við nýggja FSF-bygningin gongur væl, og í vikuni vórðu fyrstu stólarnir til áskoðararnar settir upp
Sunnudagin 7. september verður fyrsti dystur í komandi EM-undankapping á skránni, tá Finnland kemur á vitjan á Tórsvølli. Fýra undankappingardystir verða spældi í ár, meðan hinir seks dystirnir verða spældir í komandi ár.
Og samstundis sum Finnland verður við til at seta hol á eina nýggja kapping, so verða finnlendingar eisini við til at taka nýggju stólarnar á Tórsvølli, ið allir eru undir taki, í brúk.
– Arbeiðið gongur væl. Fyrstu stólarnir til áskoðararnar verða nú settir upp, so væntandi sleppa umleið 900 áskoðarar at sita undir taki tá Finnland kemur hendan vegin um tríggjar vikur, sigur Bergur Olsen, byggileiðari hjá J & K Petersen.
Nýggi bygningurin er í trimum hæddum. Niðast verður ítróttar-kafe, miðhæddin verður leigað út, meðan umsitingin hjá Fótbóltssambandi Føroya fer at halda til í ovastu hæddini.