KÍ er steypavinnari hjá bæði Gentum U17 og Dreingjum U18. Hetta er greitt eftir at genturnar vunnu á Víkingi og dreingirnir vunnu ímóti EB/Streymi
Fyrstu finalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri hetta vikuskifti, eru spældar. 

Fyrst spældu KÍ og Víkingur í Gentur U17, og síðani spældu KÍ og EB/Streym í kappingini hjá Drenigir U18. Og í báðum føri stóðu klaksvíkingarnir eftir við steypinum.

Í kappingini hjá Gentur U17 vann KÍ 3-2 á Víkingi.

Í hálvleikinum var framvegis málleyst, og tá seinni hálvleikur var liðugur stóð á jøvnum 2-2. Tískil máttu liðini undir tvær ferðir 10 minuttir, og tá eydnaðist klaksvíksgentunum at fáa avgerandi málið.

Eisini hjá dreingjunum mátti long leiktíð til, áðrenn vinnarin varð funnin. Undan dystinum var KÍ stórfavorittur at fara avstað við sigrinum, men dreingirnir úr sundalagnum bitu veruliga frá sær.

Talan var um ein vælspældan dyst, sum endaði við 3-1 sigri til klaksvíkingar.

Leygardagin eru fimm finalur á skránni:
Kl. 10:00 Drenigir U14
Kl. 12:30 Gentur U14
Kl. 14:00 Dreingir U16
Kl. 16:30 Steypafinalan hjá kvinnum
Kl. 19:45 Løgmanssteypið