Arbeiðið at taka sunnara enda á Tórsvølli niður, er nú av álvara byrjað, og væntandi verður allur endin burtur fyrst í komandi viku
Fyri viku síðani fóru menn frá Articon og Skipasmiðjuni undir at taka sunnara endan av Tórsvølli niður, og í dag verða fyrstu rekkjurnar av áskoðaraplássunum niðurtikin.

Arbeiðið higartil hevur gingið væl, og sambært Torleif Waagstein, projektleiðara, verður allur endin burtur komandi fríggjadag, ella fyrst í næstu viku.

– Í løtuni eru eini 7-8 mans til arbeiðis, og vit miða ímóti, at allur endin er burtur fríggjadagin, ella fyrst í komandi viku. Um veðrið heldur sær, og alt annars gongur sum ætlað, so verður byggibúningin liðug um sjey vikur, sigur Torleif Waagstein, projektleiðari hjá Articon.

Ætlanin er, at nýggi FSF-bygningurin skal standa klárur til HM-undankappingardystin ímóti Týsklandi, sum verður á Tórsvølli 10. september.


Í løtuni eru eini 7-8 mans til arbeiðis, í samband við at taka suðurendan á Tórsvølli niður


Soleiðis fer Tórsvøllur væntandi at síggja út, til dystin ímóti Týsklandi í september