EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Albania á Tórsvølli týskvøldið verður serligur á tann hátt, at ongantíð áður hava londini hitt hvørt annað í A-landsliðshøpi hjá monnum

——————

Av teimum 55 limalondunum í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, eru sjey lond, ið Føroyar framvegis ikki hava møtt í A-landsliðshøpi við monnum. Talan er um England, Kroatia, Bulgaria, Hvítarussland, Armenia, Albania og Montenegro.

Men í annaðkvøld, týskvøldið klokkan 19:45 verður eitt av hasum liðunum strikað av listanum. Fyri fyrstu ferð síðani 1990, tá Føroyar fóru undir at luttaka í EM- og HM-undankappingum, eru Føroyar og Albania í sama bólki.

Albanska fótbóltssambandið, Federata Shqiptare e Futbollit, stytt FSHF varð stovnað í 1930, og tvey ár seinni fingu teir limaskap í FIFA. Albania var eisini millum londini, sum í 1954 vóru við til at seta UEFA á stovn.

Stútt og støðugt hava teir otað seg upp eftir styrkislistanum hjá FIFA, og í 2015 náddu teir hægsta tindin higartil, tá Albania var nummar 22 av teimum 211 londunum á FIFA-listanum. Árið eftir vóru teir eisini við í EM-endaspælinum, sum varð í Fraklandi.

Seinastu átta árini er landsliðið hjá albanum tó farið eitt vet aftur, og á seinast dagførda styrkislista, er Albania nummar 68 í heiminum. Føroyar eru á 125. plássi.

Hóast albanska liðið er mannað við framúr dugnaligum fótbóltsspælarum, so eru størstu stjørnurnar í hópinum allarhelst venjarin, brasiliumaðurin Sylvio Mendes Campos Júnior, ella betri kendur sum Sylvinho, og ein av hjálparvenjarunum, Pablo Zabaleta úr Argentina, sum í nógv ár var sáttmálabundin við Machester City. 

Í síni tíð sum virkin spælari fekk Sylvinho seks A-landsdystir fyri Brasil, og kendastu felagsliðini, ið hann spældi fyri, vóru Arsenal, Manchester City og FC Barcelona, har honum millum annað eydnaðist at vinna Champions League.

Til stuttleika kann nevnast, at Zabaleta var á høgra bakki, tá føroyski málverjin, Gunnar Nielsen varð sendur á vøllin fyri Manchester City í Premier League.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Albania byrjar klokkan 19:45. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.FSF.fo. Mánakvøldið vóru gott 2.100 atgongumerki seld. 

Hóast tíðin í Manchester City ikki gjørdist drúgv fyri Sylvinho, so mintist hann væl Gunnar Nielsen – Mynd: Hans Erik Danielsen