Fyrireikingarnar til EM-endaspælið fyri U17-landslið við gentum, sum verður í Føroyum í mai í 2021, eru av álvara farnar í gongd. Síðstu dagarnar hava umboð fyri UEFA verið á føroyavitjan og hugt nærri at umstøðunum
Í mai mánað í 2021 verða Føroyar vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum. Ein stór avbjóðing, men eisini ein spennandi avbjóðing fyri Føroyar og FSF – bæði ítróttarliga og fyrisitingarliga.
Tað setir nevniliga sera stór krøv til vertslandið, ið skipar fyri einum endaspæli. Væntandi koma eina 300 útlendingar til kappingina. Talan er um spælarar, venjarar, dómarar, UEFA-umboð, hjálparfólk, miðlafólk og onnur.
Kortini ikki nakað, ið varaaðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska, ber ótta fyri.
– Sjálvt um tað enn er hálvtannað ár til kappingin verður, so gleða vit okkum ómetaliga nógv. Seinastu dagarnar hava vit havt vitjan av umboðum frá UEFA, sum hava hugt eftir umstøðunum, og eisini tey síggja við spenningi fram til kappingina, sigur Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá FSF.
Sjey lond, umframt Føroyar, koma at luttaka í kappingini, sum verður skipað í tveir bólkar við fýra londum í hvørjum bólki. Nummar 1 og 2 í bólkaspælinum spæla seg víðari í hálvfinalurnar, og síðani verður finalan á skránni. Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Svangaskarði.