Í annaðkvøld kl. 19:45 føroyska tíð, verður ein nýggj HM-undankapping hjá føroyska A-landsliðið bríkslað í gongd
Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í undankappingini til heimsmeistaraheitið í 2014, sum verður í Brasil, ganga væl.

Sum heild eru leikarar og venjarar spentir til uppgávuna í annaðkvøld, tá Týskland tekur ímóti á AWD Arena í Hannover.

Í innslagnum niðanfyri eru sjónbanda upptøkur frá venjingini í morgun, og samrøður við Jákup Mikkelsen, Christian Lamhauge Holst og Jóannes Jakobsen.