U21-landsliðsvenjararnir, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham eru farnir undir fyrireikingarnar til komandi EM-undankapping
Hóast tað framvegis ikki er greitt, hvørjum føroyska U21-landsliðið skal møta í næstu EM-undankapping, so eru venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham longu farnir undir fyrireikingarnar til undankappingini, ið nú stendur fyri framman.

U21-landsliðið hevði fyrstu venjingina á Tórsvølli mánakvøldið, og ætlanin er at venja tvær ferðir um vikuna fram til árslok, tá venjingarnar í feløgunum av álvara fara í gongd.

– Ætlanin er at venja tvær ferðir um vikuna, mánakvøld og mikukvøld, fram til seinast í desember. Tíðliga í januar byrja venjingarnar av álvara í ymsu feløgunum, og tí verður væntandi ikki líka lætt at skipa fyri landsliðsvenjingum eftir árslok, sigur Heðin Askham, annar av U21-landsliðsvenjarunum.

Til venjingina mánakvøldið høvdu eini 30 leikarar fingið boð, men tá avtornaði vóru 20 leikarar til fyrstu vetrarvenjingina hjá U21-landsliðnum. Flestu av leikarunum, ið góvu avboð, dragast við skaðar, meðan onkrir eru burturstaddir.

– Lutakastið til komandi EM-undankapping verður seinast í januar, og vit kunnu tískil rokna við, at fyrsti undankappingardysturin verður einaferð í mars mánað, og allarhelst um somu tíð sum A-landsliðið møtir Eysturríki tann 22. mars. Tí hava vit avgjørt at fara undir venjingarnar longu nú, so leikararnir eru væl fyrireikaðir til uppgávurnar, ið standa fyri framman, sigur Heðin Askham, sum saman við Bill McLeod Jacobsen skal standa á odda fyri føroyska U21-landsliðnum næstu tvey árini.

Lutakastið til næstu EM-undankapping fyri U21-landslið verður í Nyon í Sveis 31. januar, og tað er nógv sum bendir á, at flestu av undankappingardystunum verða spældir í 2013, meðan ein ella tveir síðani verða spældir í 2014.

Sjálvt EM-endaspælið verður í Kekkia í 2015.

Teir 20, ið vóru til fyrstu vetrarvenjingina hjá U21-landsliðnum, vóru hesir:
Pál M Joensen, Tróndur Jensen, Eli F. Nielsen, Teitur Gestsson, Jógvan Skeel Nolsøe, Magnus Egilsson og Eli L. Nolsøe, HB
Gunnar Zachariasen, Hørður Askham og Robert Brockie, B36
Heðin Klakkstein, Ivan Joensen og Gunnar Christiansen, KÍ
Heðin Hansen og Bárður Hansen, Víkingur
Beinur Ellefsen, AB
Bjarki Johannesen, B68
Ari Ellingsgaard, ÍF
Árni Frederiksberg, NSÍ
Thorstein Mýlingstind, 07 Vestur

Mikukvøldið 5. desember, kl. 18, verður dystur á Tórsvølli millum A-landsliðið og U21-landsliðið.

Hóast tað kavaði rættuliga illani mánakvøldið, so darvaði hetta kortini ikki venjingini hjá U21-landsliðnum

Bill McLeod Jacobsen